Vegna COVID-19 verða okkara kundar bidnir um at fylgja hesum tilmæli

Grøn salongFyri heilsu og umhvørvi

Kötlum Hárfríðkan er ein góðkend, grøn salong, eitt konsept sum salongin støðugt verður ment eftir. Tað merkir, at salongin tekur serlig atlit til umhvørvi og heilsu.

Á salongini verða vistfrøðiligar vørur nýttar í so stóran mun, tað er gjørligt og vit skilja alt burturkast.

Fríðkurnar leggja dent á, at vørur og produktir, sum verða nýtt, ikki elva til ovurviðkvæmi ella krabbamein og ikki órógva hormonjavnvágina í kroppinum. Tí hevur tað stóran týdning fyri okkum, at vørur og viðgerðir okkara eru svana- og blómumerktar.

Endamálið við umhvørvismerkjunum er harumframt at minka um umhvørvisárinini innan nýtslu. Við umhvørvismerkjunum verður hugt at allari ferðini hjá einari vøru og teimum umhvørvistrupulleikunum, ið kunnu stinga seg upp á vegnum – og hetta gagnar bæði menniskjum, umhvørvinum og jarðartilfeinginum.

Umhvørvismerkini tryggja

Strong umhvørviskrøv – frá byrjan til enda.
Strong krøv til kemikaliu – ið gagna umhvørvinum og heilsuni.
Herðing av krøvum – til tess at skapa burðardygga menning.
Góðkenning og eftirlit – so tú kanst kenna teg trygga/an.

Umhvørvisviðurkenning

Á tiltakinum “Umhvørvisvikan 2011” fingu eitt stórt herðaklapp frá Tórshavnar Kommunu fyri okkara arbeiði við ‘grønum’ evnum.

Viðurkenningin, eitt listaverk, varð handað á stórari umhvørvisráðstevnu í Norðurlandahúsinum 13. mai 2011. Í lýsingini frá Tórshavnar Kommunu varð grundgevingin fyri viðurkenningina, at salongin ”hevur gjørt nakað serligt fyri umhvørvið”.

Hendan viðurkenning gevur okkum dirvi at halda á við menningini av grønari hárviðgerð. Vit seta okkum nýggj mál hvørt ár.