Göthe og Kötlum við nýggjari grønari hárfríðkan

Dugaligu hárfríðkurnar og vinkurnar Laura Súsanna Køtlum og Annika Gøthe Farrelly hava opnað nýggja grøna hárfríðkan í Jónas Broncksgøtu. Tær hava verið vinkonur í nógv ár og lærdu eisini saman í Klippestuen Z á Frederiksberg. Seinastu árini hava tær arbeitt saman í Kötlum Hárfríðkan í Miðbýnum, og nú hava tær sligið seg saman og opnað nýggja grøna hárfríðkan í snotiligum og hugnaligum hølum í Jónas Broncksgøtu. Í hugnaligu hølunum í Eysturbýnum gera hárfríðkurnar sítt besta fyri vælveru og útsjónd. Tær ynskja at vera alternativar – og øðrvísi. Göthe & Kötlum er ein góðkend grøn háfríðkan, har stórur dentur verður lagdur á heilsu og umhvørvi. Øll produktini eru góðkend til grøna salong. Produktir til hár og húð kunnu keypast umvegis nethandilin, og tær senda um alt landið. Støkk inn á gólvið ella bílegg eina tíð á gk.fo