MAKEOVER

Súsanna Køtlum hevur saman við Katrinu í Geil, stílisti, og Amy Hansen, fotografi, fyritøkuna Ydunn. Og tær eru kendar fyri sínar heilt serstøku og sera væleydnaðu umbroytingar ella sokallað makeover.

Tær hava m.a. gjørt fleiri makeover til blaðið Kvinnu og til mótavikuna í SMS.

So hevur tú tørv á broyting, so kunnu vit veita serkøna hjálp og vegleiðing.

Um hárið hjá Louisu

Fyrst varð tann kaldi, reyði hárliturin reinsaður burtur so væl sum nú til bar. Síðani varð hárið litað ein heitan gylt ljósabrúnan lit, sum liggur tættari at hennara egna liti. Umframt at geva henni betri dæmi, gerst útvøksturin nú ikki so sjónligur. Tað reyða skínur ígjøgnum ymsastaðni, men veksur út so við og við. Hárið var so stutt, at tað var avmarkað, hvat kundi gerast við tað.

Síðurnar vórðu kliptar undercut, meðan longdin omaná varð varðveitt. Tó varð tynt eitt sindur inní, at fáa tað at fella betur. Hárið er lætt at seta og lætt at halda.

Um hárið hjá Sólfríð

Fyri at lætta um bæði útsjóndina og gerandisdagin varð roynt at fáa krúllurnar hjá Sólfríð fram. Pagan tyktist í so tung og ljós, eins og hon slættaði hárið hvønn dag. Tískil varð klipt undercut frá oyra til oyra. Omaná vórðu endarnir kliptir, eins og tað varð klipt nógv inn í hárið at fáa krúllurnar betur fram. Ljósa hárið fekk upp á skift tunnar ljósar og ljósabrúnar strípur lagdar omaná, so hárið fekk ein natúrliga ljóshærdan lit. At fáa krúllurnar fram varð koyrt nógv Bonkey Bop krúllukrem í og síðani hárlakk.