Lýsing
Brúkar tú ofta stílingsprodukt til hárið? So hevur tú óivað tørv á einum sjampo, sum veruliga kann reinsa hárið og hárbotning.
Við Kvansus Detox Shampoo slepst undan óreinsku frá ymsu produktunum, og tað hjálpir eisini móti feittutum hárbotni.
Detox Shampoo er viðstfrøðiligt og veganskt og er góðkent av Cosmos Organic. Cosmos Organic er ein altjóða góðkenning av vistfrøðiligum vakurleikavørum.
Umframt at reinsa verjir hetta sjampoið eisini hárið móti hita og sólstrálum. Tað hevur verjandi evni úr strandarkáli, sum varðveita litevnini í hárinum og verja hárið, so tað ikki verður turt.