Lýsing
Hevur tú tørv á einum balsamið, ið kann geva hárinum vætu og røkt? So er deepHydrate conditioner júst tað rætta til tín.
Hetta vistfrøðiliga balsamið er gjørt til tín, ið hevur turt og/ella kraftigt hár. Er eisini væl egnað til natúrkrúllur og grátt hár.
deepHydrate conditioner er góðkent av Cosmos Organic. Cosmos Organic er ein altjóða góðkenning av vistfrøðiligum vakurleikavørum. Við hesari góðkenning kanst tú tryggja tær eitt vistfrøðilgt produkt.
Balsamið inniheldur nógv gott tilfar til bæði hár og hárbotn. Við hvørjum vaski verður hárið sostatt ikki einans bleytt, men fær eisini vætu og røkt. Hárið verður sunnari, vakrari og frískligari.
Av tí at hetta balsamið m.a. inniheldur úrdráttir úr strandarkáli, so gevur tað góða verju móti hita og sólstrálum. Hetta er sostatt við til at varðveita ikki einans vætujavnvágina, men eisini litevnini í hárinum.