Lýsing
Hevur tú tørv á einum vætugevnandi sjampo til gerandisbrúk? So er Kvansus dailyHydrate shampoo tað rætta valið. Hetta sulfatfría sjampoið gevur hárinum ymisk røktnandi evni, sum væta og gera hárið bleytt.
Sjampoið inniheldur m.a. úrdráttir úr norðurlendsku hvonnplantuni. Hvonn røktar bæði hár og hárbotn, tí hon inniheldur nógva C-vitamin, harumframt hevur hon ein antioxiderandi virknað.
Úrdráttir úr eitt nú strandarkáli verja hárleggirnar móti skaða frá hita og sólstrálum, og sostatt kanst tú eisini varðveita hárlitin.
dailyHydrate shampoo er góðkent av Cosmos Organic. Cosmos Organic er ein altjóða góðkenning av vistfrøðiligum vakurleikavørum.
Við hesum sjampo fært tú bleytari hár, og tað verður meira mótstøðuført, tá tú stílar tað.