Vørur
Fyri at tryggja okkara kundum atgongd til vistfrøðiligar vørur, selja vit somu vørur sum vit brúka á salongini. Vit leggja dent á, at vørur og produkt, sum nýtt verða, ikki elva til ovurviðkvæmi ella krabbamein og ikki órógva hormonjavnvágina í kroppinum.

Zenz Organic

Zenz Organic veitir dygdarvørur til hár og húð umframt miniralmakeup.

Vørurnar eru gjørdar úr natúrligum og vistfrøðiligum tilfari, og meginreglan er, at tær skulu ikki elva til ovurviðkvæmi.

Hugsanarhátturin, ið er grundarlagið undir Zenz Organic, er at nøkta vakurleikatørvin hjá viðskiftafólkinum við virðing fyri heilsu og umhvørvinum. Vakurleiki og heilsa eru samantvinnað, og tí er tað púra natúrligt, at Zenz Organic er grønt, vistfrøðiligt og burðardygt.

Zenz Organic Hair er ein svanamerkt hárrøð við natúrligum og vistfrøðiligum innihaldi av bestu góðsku. Røðin er gjørd við fyriliti fyri tær og umhvørvinum og inniheldur einki SLS, sulfat, petro-kemikaliu, paraben ella onnur skaðilig evni.

Ein professionel hárrøð, ið tekur atlit til tína heilsu og títt umhvørvi.

Ingredien

Ingredién er ein vørurøð, ið hevur sum aðalmál at vera øðrvísi uttan “svans, skitt og skrambul”.

Maðurin handan røðina Ingredién og fyritøkuna Hair Team Company er Jan Plaugborg Eskildsen, sum er hárfríðkari og hevur verið í hárfríðkannarvinnuni í nógv ár, og tað er gjøgnum egnar royndir, at hugsjónin um eina vørurøð uttan skaðilig evni er sprottin.

Endamálið við røðini er, at:

· Vørurnar skulu avrika (t.v.s. at tær skulu kunna tað, tær lova og virka eftir ætlan) Vørurnar skulu verða svanamerktar. 

· Vørurnar skulu vera burðardyggar bæði viðvíkjandi innbjálving og viðvíkjandi sjálvari vøruni í mun til umhvørvi. 

· Vørurnar skulu innihalda so nógvar góðkendar vistfrøðiligar rávørur, sum gjørligt, uttan at linka krøvini um góðsku. 

· Innovatión og “outside the box thinking” eru kjarnuførleikarnir hjá Hair Team Company, og Ingredién er ein øðrvísi, grøn og nýskapandi vørurøð.

Mokela

Mokela Dry Shampoo – Hair Products by Moke

Mokela er eitt sera vælumtókt turrsjampo. Tað fær beinanvegin hárið at síggja meira nývaskað út, tað gevur fyllu og er sera gott at stíla hárið við.Mokela er góðkend til grøna salong og er uttan paraben, propylen glycol, anga og litevni.

Mason Pearson

Eksklusivar hárbustir frá Mason Pearson

A hairbrush like no other

Mason Pearson er ein ensk fyritøka, ið ger eksklusivar hárbustir úr góðari góðsku. Mason Pearson-bustirnar eru sera væl umtóktar millum hárstílistar, tí tær gera hárið bleytt og skínandi.

Søgan um Mason Pearson

Mason Pearson var ein ungur verkfrøðingur og uppfinnari, sum í 1860unum fór til London at finna eydnuna. Hann fekk arbeiði í einari fyritøku, sum gjørdi ymiskar hárbustir, ið Mason var við til at menna og betra. Stutt eftir gjørdist Mason Pearson partaeigari í fyritøkuni, sum broytti navn til Raper, Pearson and Gill. Fyritøkan framleiddi hárbustir úr bestu góðsku, allar vóru hondgjørdar og hjúklað var um snið og hvønn smálut.

Hárbustin hjá Mason Pearson

Hárbustirnar frá Mason Pearson eru í dag rættliga líkar teimum, sum hann var við til at menna í 1880unum, og tann eksklusiva hárbustin er sjálvandi úr bestu góðsku. Hárbustirnar verða brúktar av hárstílistum kring allan heim og eru umboðaðar á teimum mest eksklusivu hárfríðkanarstovunum, vøruhúsunum og mótahandlunum. Tað heilt serliga við hárbustini frá Mason Pearson er, at hon røktar hárið, tá tað verður greitt. Bustin mýkir hárbotnin fyri at fyribyrgja sáran hárbotn, og hon koyrir tær natúrligu oljurnar í hárinum út í longdir og endar. Eisini hjálpir bustin móti flusi, og mýkingin hjálpir upp á blóðrenslið í hárbotninum, sum gevur eitt sunnari hár og fyribyrgir hártapi.

Metsøluvørurnar frá Mason Pearson

Nakrar av best seljandi vørunum frá Mason Pearson eru Handy Bristle & Nylon BN3 og Pocket Bristle & Nylon BN4. Báðar bustirnar eru hondgjørdar, har handverkið og dygdargott tilfar er í hásæti – tí kann ein Mason Pearson- hárbust halda alt lívið. Handy Bristle & Nylon BN3 er miðal stødd, og hárini eru eitt bland av villsvínahári og neiloni. Hetta slagið av bust verður vanliga viðmælt teimum, ið hava vanligt ella tjúkt hár. Pocket Bristle & Nylon BN4 er sama bustin – tó í eini praktiskari ferðastødd. Bustin er uppløgd at hava við í hondtaskuni, á vikuskiftistúrinum ella í venjingarmiðstøðina, og hon hóskar eisini væl til sera stutt hár. Báðar bustir greiða sjálvt tað mest fløkta hárið sera varliga, so hárið verður silkibleytt og skínandi.

Við hárbustunum frá Mason Pearson fært tú floyalsmjúkt hár, ið skínur av heilsu og vælveru!