Viðgerðir
Vit hava eitt fjølbroytt úrvæl av hárviðgerðum. Vit kunnu bjóða tað nýggjasta innan hársnið og hármóta. Vit ganga regluliga á skeiðum og messum í eitt nú London og New York, so vit fylgja altíð við nýggjasta rákinum. Men vit leggja eisini stóran dent á at nøkta júst tín tørv og ganga tínum ynskjum á møti.Vit nýta grønar litingar, t.v.s. at litingarnar eru umhvørvis- og heilsugóðar.
· Klipping
· Liting
· Strípur
· Permanent
· Extensions (hárleingjan)
· Uppseting
· Hárkurur
· Liting og rætting av vippum og brúm
· Skegg klipping
· Voksviðgerð (hártøka)
· Hol í oyrað
· Permanent Makeup
· Makeover
· Zoneterapi
. Keratin Plus Gold & Admantium
. Makeup

Vistfrøðiligar Extensions

Vit nýta Djarling Hairextensions Djarling Hairextensions ið vóru mentar av Jette Djarling i 1988 og eru fremst á markanaðinum við bæði góðari góðsku í sjálvum hairextension-hárinum og eisini ísetingini.
Djarling Hairextensions er 100 % natúrligt hár av bestu góðsku og minnir nógv um tað fína norðurlendska hárið.

Djarling Hairextension verður sett í uttan lím ella kemikaliu – eisini tá tað verður tikið úr. Tað er ein heilt serligur flættuháttur, ið verður brúktur, har natúrligt hairextension-hár verður seymað í. Av tí at tað er tann mildasti hátturin á marknaðinum, er hetta ein sera vælumtóktur háttur, tí tað fer ikki so illa við hárinum og gevur hárinum frið at vaksa.

Djarling útbúgvir sínar egnu hárstílistar fyri at veita ta bestu góðskuna, tí Djarling Hairextensions er eitt handarbeiði, har flætturnar skulu vera sera tunnar fyri at tryggja, at hárið ikki tekur skaða.

Uppseting

Vit hava serkunnleika innan háruppseting.
Stórur dentur verður lagdur á at fylgja við, hvat rørir seg innan økið. Vit ganga javnan á skeiðum uttanlands eitt nú í London og New York, og vit menna okkum støðugt.

Súsanna Køtlum er serútbúgvin innan háruppseting. Hon hevur fingist sera nógv við hetta serliga økið bæði innan tað meira listarliga, í sambandi við ymsar myndatøkur, lýsingar o.a.
Hon hevur millum annað verið á skeiði hjá heimskendu Yeliz Kaya.
Til ber at lesa meira um Yeliz Kaya her



Keratin Plus Gold & Admantium

Slættandi hárviðgerðir frá Jean Paul Myné

Vit kunnu nú bjóða tær tvær slættandi hárviðgerðir frá navnfræmu italsku fyritøkuni Jean Paul Myné.

Keratin Plus Gold og Admantium eru slættandi hárviðgerðir, ið ikki innihalda vandamikil ella ovurviðkvæmiselvandi evni. Viðgerðirnar gera hárið skínandi, slætt og bleytt, samstundis sum tær styrkja og verja hárið.

Hevur tú krúllut ella lívligt hár, kanst tú nú leggja slættijarnið aftur í skuffuna, tí við hesum slættandi hárviðgerðum, kanst tú fáa skínandi, slætt og bleytt hár, sum heldur í minsta lagi 3 mánaðar.

Áðrenn og aftaná myndir:


Makeup

Vit seta eisini makeup á
Ert tú ein brúður, skalt til eitt hvørt tiltak ella bara vilt hava eina køna hond at seta títt makeup, so finna vit tað rætta til tín

Ein brúður verður gjørd klár: