um Kötlum

Í hugnaligu hølunum í Miðbýnum gera hárfríðkurnar sítt besta – vit ynskja at vera alternativar – ein hugnalig og øðrvísi salong.

Ein góðkend grøn salong, har stórur dentur verður lagdur á heilsu og umhvørvi.

Grøn salon

Kötlum er góðkend grøn salong, eitt konsept sum salongin áhaldandi verður ment eftir. Tað inniber, at salongin tekur serlig atlit til umhvørvi og heilsu. Á salongini verða vistfrøðiligar vørur nýttar í so stóran mun, tað er gjørligt, eins og tær skilja alt burturkast. Fríðkurnar leggja dent á, at vørur og produkt, sum nýtt verða, ikki elva til ovurviðkvæmi ella krabbamein og ikki órógva hormonjavnvágina í kroppinum.

Vit leggja vit stóran dent á at nýta vørur og viðgerðir, ið eru svana- og blómumerktar. Endamálið við umhvørvismerkjunum er at minka um samlaðu umhvørvisárinini innan nýtslu. Við umhvørvismerkjunum verður hugt at allari ferðini hjá einari vøru og teimum umhvørvistrupulleikunum, ið kunnu koma á vegnum – og hetta gagnar bæði menniskjum, umhvørvinum og jarðartilfeinginum.Umhvørvismerkini tryggja:– Strang umhvørviskrøv – frá byrjan til enda – Strang krøv til kemikaliu – ið gangnar umhvørvinum og heilsuni– Herðing av krøvum – til tess at skapa burðardygga menning– Góðkenning og eftirlit – so tú kanst kenna teg trygga/an

Umhvørvisviðurkenning

Vit fingu eitt stórt herðaklapp frá Tórshavnar Kommunu fyri sítt átak at arbeiða við grønum evnum. Viðurkenningin, eitt listaverk, varð handað á stórari umhvørvisráðstevnu í Norðurlandahúsinum 13. mai 2011. Í lýsingini frá Tórshavnar Kommunu varð grundgevingin fyri viðurkenningina, at salongin ”hevur gjørt nakað serligt fyri umhvørvið”.

Hendan viðurkenning gevur okkum dirvi at halda á við menningini av grønari hárviðgerð – it seta okkum nýggj mál hvørt ár

SÚSANNA KØTLUM

Varð útlærd í Klippestuen Z á Frederiksberg í 2000. 

Flutti síðan til Føroya og eigur og rekur grønu salongina.

REBEKKA
ÓSÁ PETERSEN
Barnsburðarfarloyvi

Rebekka Ósá Petersen er nýggi lærlingurin hjá okkum.

Hon byrjaði her í august 2016.

MARIA RONNISDÓTTUR
Á HEYGUM
Barnsburðarfarloyvi

Maria Ronnisdóttur á Heygum er nýggi lærlingurin hjá okkum.

Hon byrjaði her í juli 2015.

BODIL MELCHIOR
HANSEN

Bodil Melchior Hansen er nýggi lærlingurin hjá okkum.

Hon byrjaði her í juli 2019.